Tíðindi

14.09.2021
Fólkatingslimir á vitjan

Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan. Í dag var Karl H. Johansen, borgarstjóri, vertur fyri teimum í Klaksvík. Endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har tey fingu eina framløgu um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøkstur, um íløgur og hvørjar avbjóðingar kommuna hevði.

Fólkatingslimirnir fóru síðan at vitja Christianskirkjuna, har Hanus á Gørðum, prestur, tók í móti teimum. Seinni í dag skulu tey vitja útibarnagarðin, Fjallafípuna, sum er eitt serligt tilboð til 6 ára gomul børn, áðrenn tey fara í skúla. Seinnapartin skulu donsku gestirnir vitja ítróttarøkið, aðrenn tey fáa eina rundsýning á kósavirkinum. Ferðalagið telur í alt 14 fólk.

Onnur tíðindi
26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík

19.03.2026

Námsfrøð­ingar ella hjálpar­fólk