Tíðindi

17.09.2021
Hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð

Vit søkja eftir avloysar fyri hjálparfólk í farloyvi. Talan er um eitt tíðavmarkað starv frá 1. oktober 2021 til 31. desember 2021. Tímatalið er 28 tímar um vikuna.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan góðan dag. Stovnurin liggur mitt í býnum og tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15. Søkt verður eftir fólki at arbeiða við børnum í aldrinum 0 til 3 ár.  Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

 
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 2 / 8 og 11/ 22. Meira fæst at vita við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Vivian B.Samson, 225719

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, arbeiðroyndum o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27.september 2021 kl. 12.00. Send umsóknina til margretha@margretha.fo ella sum bræv til:

 

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
Mkr. Umsókn 

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo 

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað