Tíðindi
19. september vóru 10 ár síðani, at frítíðarskúlin lat dyrnar upp. Hetta bleiv hátíðarhildið við ymiskum ítrivi til børnini og foreldrini vórðu boðin til kaffi og køkur.
Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999. Í byrjanini var stovnurin skipaður sum partur av Mylnuhúsinum, tá vóru heilt fá børn, men síðani er tørvurin øktur. Virksemið bleiv flutt upp á loftið í KÍ-høllini og seinni oman í hølini hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu.
Í 2011 bleiv frítíðarskúlin kommunalur og opnaði í nýggjum hølum á Skúlavegi. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi forkvinna á trivnaðarøkinum, ið errin kundi siga, at nú var pláss fyri 80 børnum og navnið á frítíðarskúlanum broyttis frá Sornhúsið til Snjallabjalla.
Seinastu 10 árini er tørvurin aftur øktur enn meira og hølini á Skúlavegi fyltust skjótt. Tørvur var á fleiri fermetrum og hevur frítíðarskúlin síðani húsast aðrastaðni; í Skótahúsinum hjá Skótalið Nólsoyar Pálls, í Batmintonhøllini og aftur í kjallaranum hjá Norðoya Kvinnufelag.
Í 2016 øktist virksemið við einari serdeild, sum heldur til í Skákinum, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Talvfelag. Eftir at nýggi skúlin varð tikin í nýrslu í 2019, slapp frítíðarskúlin inn í innasta partinum av skúlabygninginum hjá Gregoriusen og hevur tann deildin fingið navnið Garðalisa.
Í dag húsast 140 børn í hesum trimum bygningum. Umstøðurnar eru sum heild sera góðar, serliga tá hugsað verður um, at virksemið liggur so væl fyri mitt í býnum og so tætt við alt frítíðarvirksemi.