Tíðindi

03.11.2021
Fjallafípan og Barnahúsið Margit stongja

Orsakað av øktu smittutølunum síðani vikuskiftið, hevur borgarstjórin, Karl Johansen, saman við leiðsluni fyri trivnaðarøkið, tikið avgerð um at lata hesar báðar stovnarnar aftur restina av vikuni, galdandi frá og við mikudegnum 3. november 2021.

Foreldur at børnum í Fjallafípuni og Barnahúsinum Margit vórðu seint í gjár kunnaði um, at stovnurin verður stongdur restina av vikuni. 

Avgerðin er tikin við støði í samskifti við heilsuserkønu ráðgevingina, sum leiðslan á trivnaðarøkinum hevur dagligt samskifti við, og sum hevur rátt kommununi til at takkla korunustøðuna lokalt í hvørjum einstøkum føri. Tað er hetta, sum nú verður mett neyðugt at gera á hesum báðum stovnum. 

Heitt var somuleiðis á foreldur, sum hava fingið boð um at lata síni børn kanna, um at gera hetta.

Kommunan fylgir framhaldandi gongdini tætt, og verður kunnað so hvørt, sum støðan broytist.

Onnur tíðindi
11.06.2026

Stongt vegna starvs­fólka­útferð

10.06.2026

Asfaltering undir Fossum 11. og 12. juni

09.06.2026

Asfaltering av Kjalarvegnum

09.06.2026

3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria