Tíðindi

01.04.2022
Byggimálsviðgeri til teknisku deild

Klaksvíkar kommuna søkir eftir byggimálsviðgera til teknisku deild at byrja 1. mai 2022 ella skjótast til ber. Talan er um eitt farloyvsstarv fram til 1. juni 2023. 

Tekniska deild hevur um hendi byggi- og býarskipan, byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, vatn, ljós, kloakkir og matrikuler viðurskifti við atliti at jørð, útstykkingum og grundstykkjum.


Starvsinnihald
Tær uppgávur, ið byggimálsviðgerin kemur at arbeiða við, í samstarvi við leiðara og starvsfólk á teknisku deild, eru í høvuðsheitum hesar:
• Umsiting av dagligu byggimálsviðerð fyri tekniku deild
• Brunasýn
• Samskipan av kommunalum loyvum
• Býarskipan
• Taka lut í dagliga virkseminum á teknisku deild


Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at málsviðgerin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:
• Hevur útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving.
• Dugir at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit, og  ArcGIS.
• Kunnleika til 360 journalskipan.
• Royndir at arbeiða í einari kommunalari umsiting kann verða ein fyrimunur.
• Góðar málførleikar í skrift og talu.
• Dugir at arbeiða skipa, sjálvstøðugt og í toymi.


Týdningarmikið er, at málsviðgerin er opin og fyrikomandi í sínari atferð, og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar, eitt nú borgarar, kommunustýrislimir, vinnulív og almennar myndugleikar.


Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. mai 2022 ella skjótast møguligt, í eitt ár, fram til 1. juni 2023. Sum byggimálsviðgeri hevur tú tilvísing til tekniska stjóran.
Lønar- og setanartreytir er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag.      

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadag 18. apríl 2022. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, tekniska stjóra, á telefon 780388.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Byggimálsviðgeri til teknisku deild

Onnur tíðindi
23.05.2022

Norð­oyastevnuskráin 2022

23.05.2022

Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna

23.05.2022

Námsfrøð­ingar til Dr. Margrethu Barnagarð

22.05.2022

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík