Tíðindi

28.04.2022
Summaransing 2022

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 29, 30 og 31. Møguleiki er tó fyri summaransing í hesum tíðarskeiðnum. Summaransingin verður í ár skipað í Mylnuhúsinum.

Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna á dagstovnaøkinum best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á ansing í summarfrítíðini. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu. Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.

Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 30 mai.

Freistin at boða frá er farin.

Onnur tíðindi
14.11.2025

Ábøtur í kirkju­garði­num úti í Grøv

13.11.2025

Jóla­trø­ini 2025

13.11.2025

Asfalterað í kvøld

13.11.2025

Ein væleydnaður rørsludagur