Tíðindi

07.08.2022
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til Blákolluna

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni. Vit søkja eftir einum ágrýtnum og jaligum námsfrøðingi ella hjálparfólki at byrja 22. august 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at nema tær vitan um verkætlanina hjá Barnabata, Betri vini. Tú kemur at ganga á odda við at fáa hetta arbeiðsamboð sjónligt í arbeiðsdegnum og somuleiðis virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
Talan er um eitt starv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk í vøggustovu við 12 børnum.


Blákollan bjóðar tær

  • At verða við frá byrjan við verkætlanini Betri vinir
  • Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
  • 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
  • Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
  • Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking


 Vit vænta av tær

  • At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
  • At tú ert fleksibul
  • At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
  • At tær dámar at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum

Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.


Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk á 30 tímar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fast at vita frá Susan Hansen, leiðara á tlf. 229274


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 18. august 2022

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Blákolluna

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu