Tíðindi

09.09.2022
Virkið heyst í Klaksvíkar kommunu

Vika 39 verður karmur um størri og smærri tiltøk fyri allar borgarar í kommununi

Skipað verður m.a. fyri gongutúrum, ungdómstiltøkum, pallborðsfundi, søgu upplestri og virkiskonsertum, har fyritøkurnar LookNorth, Kjølbro Heilsølan og KSS bjóða inn til forkunnugar konsertir. 

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá Fólkaheilsuráðnum, sum stendur fyri átakinum ABC fyri sálarheilsu. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna seinastu árini við átakinum Slóða fyri, sett umhvørvið á breddan. Undir heitinum Virkið heyst verður við hesum báðum átøkunum varpað ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.   

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við hesum átakinum er nevnliga at sjónligera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Á hendan hátt fær kommuna verið við til at varpað ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi.

Kunning um tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, og sum eru á skrá í viku 39, skulu boðast frá í seinasta lagi fríggjadagin 16. september kl. 12.00. Boða frá her: Virkið heyst 2022

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy