Tíðindi

01.10.2022
Rennibreytin tikin í nýtslu

Í dag kl.11.00 varð almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi varð tikið í nýtslu.

Eftir horntónar frá Klaksvíkar Hornorkestri, helt Karl H. Johansen, borgarstjóri røðu og takkaði mongu eldsálunum handan hesa verkætlan – tó serliga Guttormi Sørensen, sum setti sær stór mál. Ein rennibreyt í Klaksvík var ein sjálvfylgja í hansara hugaheimi.

Spakin bleiv settur í verkætlanin í oktober í 2018, og hevur verkætlanin sostatt tikið fýra ár at fremja.Spakin settur í 9. okt 2018

Umboð fyri Treysti, Óluva Hvannastein, tók rørd ímóti lyklinum, sum borgarstjórin handaði henni, til húsini, ið knýta seg til rennibreytina.

Hallur Holm vegna FÍF - Frælsur Ítróttur Føroya, segði nøkur væl vald orð og var týðiliga rørdur, tí hetta var ein stór løta. Serliga, tá ið hugsað varð um Gutta, sála, sum í hansara og so mongum øðrum eygum, var ein eldsál, ið slóðaði fyri, at rennibreytin kundi gerast veruleiki. 

Síðani spældi Klaksvíkar Hornorkestur eitt lag, áðrenn eitt Merkisband varð klippt av borgarstjóranum, sum tekin um, at nú er rennibreytin tøk fyri almenninginum.

Eftir hetta runnu tvey umboð fyri Treysti, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen eina rundu um vøllin, og seinastu 100 m rann elsti aktivi rennarin, Sámal Júst Ziska Dahl, eisini við.

Klaksvíkar kommuna bjóðaði síðani kaffi og góðan kakubita. Rennibreytin er nú opin fyri almenninginum, og vóru tey mong, sum nýttu høvið at taka eina rundu.

Ein sannur gleðisdagur fyri so mong.

Onnur tíðindi
25.11.2022

Jólatræið verður tendrað kl. 19.30

25.11.2022

Fíggjarætlanin samtykt – íløgur fyri 51,7 mió.

24.11.2022

Døgg hevur teknað jóla­kortið

23.11.2022

Fíggjarætlanin til viðgerðar í býráðnum