Tíðindi

26.01.2023
Ókeypis skoyting og heitt kakao

Leygardagin 28. januar frá kl. 15.00 til 17.00 bjóðar integratiónsnevndin ókeypis skoyting, heitt kakao og bollar á økinum við skoytubreytina. Hetta er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nevndini m.a. er at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið.

Skipað varð fyri líknandi tiltakið í desember 2021, og var hetta sera væl eydnað. Karl Johansen, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini, vónar eisini, at borgara fara at taka væl ímóti tiltakinum hesaferð.

- Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá integratiónsnevndina, at skoyta ella at fáa sær heitt kakao. Bæði tey, sum altíð hava búð í Klaksvík, og tey, sum eru flutt til kommununa.

- Integratiónsnevndini, umframt at vera ráðgevandi til borgarstjóran og umsitingina, hevur eisini eitt ynski um at vera sjónligt í samfelagnum og tað er hetta eitt gott høvi til.


Tey, sum manna nevndina, eru:

Karl Johansen, borgarstjóri, og Jógvani Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl, Daria Zellmer og Reni Heimustovu.

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús