Tíðindi
Norðoyastevnuskráin sæst her:
Skráin kann takast niður sum pdf her: Norðoyastevnuskráin 2023
Mánadag til fríggjadag
Kl. 11.00 - 17.00: Christianskirkjan - Opin er fyri vitjandi
Mikudag 31. mai
Kl. 17.30 - 19.00: Talvkapping fyri børn - 4. flokkur og yngri. Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum, Gerðagøta 3 (Skákið)
Kl. 19.00 - 20.30: Talvkapping fyri ung - 5. flokkur og eldri. Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum, Gerðagøta 3 (Skákið)
Hósdag 1. juni
Kl. 16.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning – Fernisering. Passión fyri prenti - Listagrafikkbólkurin HáTrýsT
Kl. 19.30: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar til Norðoyastevnuteiti, sum í ár hevur fingið heitið "Vælkomin til Varpvíkar". Varpvík er ein býur niðri við sjógvin og fólk flest eru glað. Men har gongur eisini ymiskt fyri seg, sum er vert hjá tær at fregnast nærri um. Kom forbíð, kom?
Kl. 20.00: Soli Deo Gloria - Ungdómsmøti
Kl. 20.00: Heimið við Vágna Klaksvíkar manskór syngur fyri búfólkum og gestum
Kl. 21:00: Spinnaríið - Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar
Fríggjadag 2. juni
Kl. 10.30: Klaksvíkar bókasavn. Søguhugni fyri børn undir skúlaaldur - Vit hoyra søgu og syngja sangir
Kl. 11.00 - 16.00 : Norðoya Fornminnissavn: Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár - Ein serstøk framsýning við ymiskum lutum og myndum úr søguni hjá sjúkrahúsinum
Kl. 15.00 - 18.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning - Passión fyri prenti - Listagrafikkbólkurin HáTrýsT
Kl. 17.00 - 22.00 : við Fípuna Føgru. Filippinskur matur úr sølubúð. Chessa matger
TIVOLIøkið - við skýlið
Kl. 18 - 24 TIVOLI og útsølur – hópin av góðum vinningum
Kl. 18 - 24 Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out
Kl. 18 - 24 Biografur: í 3D bio-vogninum
Kl. 18 - 24 Stórt Hoppiland á Akursmørk
Kl. 18.00: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar
Kl. 18.00 - 21.00: Húsið: Hatta- og brillu disko fyri børn frá 3. - 7. flokk. Kostnaður 50,- kr ella 30,- kr um ein er lemur. Eisini verður sodavatnsbarr.
Kl. 18.30 - 22.00: Kondibingo - KFUM og K-skótarnir skipa fyri. Til ber eisini at keypa sær ein drekkamunn á rutuni
Kl. 19.30: Spinnaríið - Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar
Kl. 20.00 - 21.00: Skálin Spurnarkapping: Tú manst vita frá mongum at siga – LIVE. Limir úr Klaksvíkar Dansifelag bjóða vinnarunum úr Eysturoynni av - Tiltakið kostar kr. 100,-. Atgongumerkið er eisini galdandi fyri tiltakið Uppá gólv og tá, sum verður sama kvøldið
Kl. 20.00: Ungdómsmøti í Emmaus v/Ólavur Øre Hansen
Kl. 21.00 - 03.00: Skálin - Uppá gólv og tá - Á skránni verður føroyskur dansur, harmonikudansur og lættur fólkadansur. Kostnaðurin fyri kvøldið er kr. 100,-
Kl. 21 - 22: Føroyskur dansur
Kl. 22 - 23: Harmonikudansur
Kl. 23 - 00: Føroyskur dansur
Kl. 00 - 01: Harmonikudansur
Kl. 01 - 02: Føroyskur dansur
Kl. 02 - 03: Harmonikudansur
Kl. 21.30: KFUM & K í Klaksvík Ungdómsmøti v/Beinir Langgaard. Lovsangur, kaffi og kakur
Kl. 22.30: Roykstovan - Pub Quiz
Leygardag 3. Juni
Biskupstorgið
Kl. 9.30: Bank Nordik bjóðar morgunmatur
Kl. 10.15: Floytubólkurin, Útnyrðingur, úr Tónlistaskúlanum spælir afturvið
Kl. 10.45: Setan - Norðoyastevnan verður sett av Karl Johansen, borgarstjóra. Klaksvíkar Honorkestur spælir bæði fyri og eftir røðuna.
kl. 14 – 20 Uttandura grill - við góðum stevnubúffum frá Gepetto. Cafe Fríða hevur uttandura barr afturvið
Kl. 18 – 19 Anfinn og Co. spæla slagarar.
kl. 10.00: Spinnaríið - Boðað verður til eykaaðalfund, har eisini verður kunnað um gongdina síðan stovnan av Áhugafelagnum Spinnaríið í september 2022.
Kl. 10.00 - 13.00: Christianskirkjan er opin fyri vitjandi
Kl. 11.00: Við Norðoya Sparikassa: Føroya Bjór renning fyri 26. ferð. Treysti skipar fyri.
Kl. 11.00 - 16.00 : Norðoya Fornminnissavn: Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár. Ein serstøk framsýning við ymiskum lutum og myndum úr søguni hjá sjúkrahúsinum
Kl. 11.00 - 22.00 : við Fípuna Føgru: Filippinskur matur úr sølubúð. Chessa matger
Kl. 13.00: Í ovara skúlagarði á Skúlatrøð. Súkklukapping fyri børn. Aldursbólkur: 4 – 8 ár byrja kl. 13.00. Aldursbólkur: 9 –15 ár byrja kl. 13:30. Norðstrok skipar fyri- Havið egnar súkkur við
Norðoyastevnuróðurin 2023
Kl. 13.30: Barnaróður
Kl. 15.00: Vaksin
Mat- og kaffisøla verður á bryggjuni og róðrarnir verða vístir á stórskíggja Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini handar heiðursmerki eftir barnaróðurin og eftir seinasta róður. Atgongumerki á kr. 100,- kunnu keypast við dyrnar og á www.atgongumerki.fo
Kl. 15.00 - 18.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning - Passión fyri prenti. Listagrafikkbólkurin HáTrýsT
Kl. 16.00 - 20.00: Miðhøllini á Skúlatrøð, Listaframsýning - Klaksvíkar Rotary klubbi skipar fyri
Kl. 17.00: Húsið - Mótaframsýning á parkerings økinum við Atlantis. Børnini og tey ungu koma við teirra boði uppá festivalmótan 2023. Tey ganga mótaframsýning frá Húsinum og yvir á pallin. Ragnhild Ellingsgaard verður frásøgufólk.
Kl. 18.00: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023- Vælkomin til Varpvíkar
kl. 19.00: Fótbóltur: Betri menn KÍ – AB
Kl. 19.00 - 23.00: Húsmóðrafelagshúsið, Bøgøta 3 - Eydnuhjól - Bygdarfelagið Sigurs glæman av Húsum, skipar fyri
Kl. 19.30: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar
kl. 21.00 – 22.00: Stovukonsert við Marius - Í gomlu húsunum hjá Annelenu og Einar Waag eldra á Fornagørðum - Bert 25 atgongumerki verða seld og kunnu keypast á Visit Norðoy.
Kl. 21.00: í Vágstún - Betesda skipar fyri útimøti við vitnisburði og góðum og lættum sangi
Kl. 22.30: í Vágstúni - Páll Brim og Brynjar Olsen spæla
22.00 – 23.00: Nólsoyar Páls húsið. Stovukonsert við Vestmonnum - Njót ein góðan bita við føroyskum viðskera afturvið Avmarkað atgongd á 50 fólk. Atgongumerkini kunnu keypast á Visit Norðoy
Kl. 23.00: í Vágstúni. Felagssangur við góðum undir- spæli frá Fuglafjarðar Harmonikufelag. Limir úr Klaksvíkar manskóri syngja fyri
Kl. 23.30: í Vágstúni - Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik á stóra pallinum.
23:30 - 03:45: STÓR-dansur í KÍ-høllini við Hjarnar- DJ Cool og All That Rain (18 ára adursmark) - NFÍ skipar fyri
Kl. 24.00: í Vágstúni - Miðnáttarsamkoma– Kyndlagonga við skótum, og stórt fýrverk eftir røðuna. Annfinnur Heinesen, leiðari í Mentanarhúsinum flytir fram røðu.
Kl. 24.00: KFUM & K: Miðnáttarcafé - eftir fýrverkið á miðnátt, verður suppa, drekkamuður, framførsla, lovsangur og andakt
Kl. 24.00 - 04.00: Roykstovan - Live tónleikur við Son of Fortune, 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd.
TIVOLIøkið - við skýlið
Kl. 14 – 01: Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, Karussel og spæliland
Kl. 14 – 01: TIVOLI og útsølur - hópin av góðum vinningum
Kl. 14 – 01: Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out
Kl. 14 – 01: Fisk og Chips søla
Kl. 14 – 01: Pannukøkubúðin er opin
Kl. 14 – 01: Biografur: í 3D bio-vogninum
Kl. 14 – 01: Stórt Hoppiland á Akursmørk
Kl. 22-23: Tónleikur: Jón Eliasen Live
Kl. 23:30-03:45: STÓR-dansur í KÍ-høllini við Hjarnar- DJ Cool og All That Rain (18 ára adursmark) - NFÍ skipar fyri
Sunnudag 4. juni
Kl. 11.00: Christianskirkjan - Gudstænasta við altargongd v/Hanusi á Gørđum
Kl. 12.00 - 19.00: við Fípuna Føgru. Filippinskur matur úr sølubúð
Kl. 12.00: Soli Deo Gloria - Møti
Kl. 14.00: Skrúðgonga og Norðoyastevnurøða. Skrúðgonga – Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdarráðslimir úr norðoyggjum, skótar og ítróttarfólk fara úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kl. 14.45: KFUM & K - Eftir skrúðgonguna verður Norðoyastevnucafé við tónleiki og andakt
Kl. 15.00 - 19.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning - Passión fyri prenti. Listagrafikkbólkurin HáTrýsT
Kl. 15.00 - 19.00: Miðhøllin á Skúlatrøð: Listaframsýning - Klaksvíkar Rotary klubbi skipar fyri.
Kl. 16.00 - 22.00: Húsmóðrafelagshúsið Bøgøta 3 - Eydnuhjól - Bygdarfelagið Sigursglæman av Húsum, skipar fyri
Kl. 18.00: KFUM & K - Møti við Elsu Østegaard, Hoyvík
Kl. 18.00: Emmaus - Møti v/Frants Jensen. Sunnudagsskúli verður undir møtinum
Kl. 19:00: Betesda - Betesdakórið hevur sangløtu. Eisini verður góður felagssangur og kaffi aftaná
TIVOLIøkið - við skýlið
Kl. 14 - 21 TIVOLI og útsølur - hópin av góðum vinningum
Kl. 14 - 21 Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out
Kl. 14 - 21 Fisk og Chips søla
Kl. 14 - 21 Pannukøkubúðin er opin
Kl. 14 - 21 Biografur: í 3D bio-vogninum
Kl. 14 - 21 Stórt Hoppiland á Akursmørk
Kl. 18.00 Trølla Pætur og Omman undirhalda
Kl. 19.20 Tónleikur: Páll Brim og Brynjar Olsen – Live

Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
