Tíðindi

06.12.2023
Starvsfólk til nýggja dagstovnaeind á Húsum

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingum, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til nýggju dagstovnaeindina á Húsum. Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, -atstøðingum ella hjálparfólki á 30 tímar um vikuna, við møguleika at tillaga tímatalið eftir tørvi hjá umsøkjara og stovni. Størvini byrja 1. februar 2024

Dagstovnaeindin hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran og nærumhvørvið koma tí, at verða ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðnum á nýggju dagstovnaeindini.
Talan er um eina samansetta stovu, har børnini eru í aldrinum 1 ár til og við 2.flokk. 

Vit kunnu bjóða:
• Eitt nýtt, spennadi og fjøldbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
• Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina


Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv 


Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Niels Juel Arge, samskipara á dagstovnaøkinum, á telefon 284538
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 19. desembur 2023. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til nýggja dagstovnaeind á Húsum

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús