Tíðindi

17.01.2024
- Vit skulu hava dirvi til at hugsa langskygt

Soleiðis sigur Karl H. Johansen, sum júst er komin heim av einum søguligum túri í Berlin.

- Tað er trupult at lýsa upplivingina í Berlin seinastu dagarnar. Áðrenn farið varð úr Føroyum, vóru tað tey fægstu, sum høvdu ímyndað sær ein slíkan lagnudyst ímóti Norra, og tveir væl leiktar dystir ímóti Slovenia og Póllandi.

- Gamaní vóru vónirnar til hetta unga føroyska landsliðið góðar, tí ferð aftaná ferð hava føroysku leikararnir víst sínar dygdir, men vit vistu, at mótstøðan hesaferð var størri enn nakrantíð áður.

Miðvíst arbeiði gevur úrslit

- Eg havi havt áhuga fyri hondbólti alt mítt lív. Havi sjálvur leikt hondbólt í nógv ár, og tey árini, har eg ikki havi spælt, havi eg hugt og stuðlað ítróttinum.

- Eg veit, at tað er ein tungur burður hjá ítróttarfeløgum og sambondum at reka eitt ítróttarfelag. Tað krevur nógva orku at fáa endarnar at røkka saman, og tí kann tað tykjast enn meira trupult at seta sær stór mál.

- Men tað hava eldsálir í Hondbóltssambandi Føroya havt dirvi til, og eitt úrslit av hesum eru avrikini í Berlin.

- Tað er onki at ivast í, at upplivingin í Berlin kemur at standa sum eitt av teimum heilt stóru varðunum í ítróttarsøgu Føroya. Felagsskapurin, sum eisini hevur víst seg millum føroyingarnar hesar seinastu dagarnar, var heilt sermerktur, og staðfestir tað eisini týdningin av einum góðum felagsskapi. Tað er sanniliga nakað, sum ítróttaheimurin eisini hevur fingið at merkja, og hevur tað sæst aftur í altjóða miðlum. Á ferðini havi eg hitt gamlar kenningar og prátað við nógv góð fólk. Bæði um hondbólt, um politikk og alt har ímillum.

- Eg kann ikki siga annað enn, at eg gleðist saman við øllum føroyingum um hetta heilt fantastiska bragd, sum manslandsliðið saman við øllum rundan um teir, hava framt.

- Vit hava enn einaferð lært, at tað tænir okkum at hugsa langskygt. Vit skulu tí hava dirvi til at taka stig til mál, sum ikki geva úrslit her og nú, men sum koma at tæna og menna eitt framtíðar samfelag.

- Nú vóni eg, at vit fara síggja hondbóltslandsliðið til fleiri EM og VM endaspøl í framtíðini, og at hondbóltsmenningin heldur fram í feløgunum kring alt landið.

- Latið dirvið og miðvísa arbeiðið hjá Hondbóltssambandi Føroya verða ein íblástur til okkum øll.

Koyr á Føroyar!

 

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður