Tíðindi
Klaksvíkar kommuna leitar eftir tænastusinnaðum fólki til móttøkuna hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna og miðað verður eftir at tú kanst byrja 1. apríl 2024
Hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum kemur tú, saman við dugnaligum starvsfólkum, at mynda, hjálpa og greiða tey viðurskifti og tænastur, sum Barnaverndartænastan í Norðoyggjum veitir.
Arbeiðsuppgávur:
Móttøkan er mannað við tveimum starvsfólkum við fjøltáttaðum uppgávum. Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkini á Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum, at virka sum bindilið ímillum borgaran, samstarvspartar og umsitingina har høvuðsuppgávan fevnir um at veita eina góða tænastu, bæði umvegis telefon, teldupost og tá fólk koma á gátt.
Umframt skrivarauppgávur í mun til málsviðgerarnar á deildini, fevnir starvið eisini um journal, postmóttøku, móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt eisini at fyrireika fundir, samskipan av ymiskum fundarvirksemi, loysa ávísar uppgávur viðvíkjandi umsiting av samsýningum til fosturforeldur og stuðlar, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum v.m. Arbeiðsuppgávurnar kunnu til tíðir vera krevjandi millum annað við tíðarfreistum.
Førleikakrøv:
• Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
• Góðar málsligar førleikar, serliga á føroyskum
• Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur
• Royndir við journalskipanini 360 er ein fyrimunur
Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:
• Hevur kunnleika og royndir innan journalisering.
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
• Er tænastusinnað og álitisfult
• Tolir at arbeiða undir trýsti
• Tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði
• Er fyrikomandi, røkin og jaligt
• Hevur góð evni at samstarva og samskifta
Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er 35 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 5, at byrja 1. apríl 2024. Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum á telefon 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo.
Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi hósdagin 15.02.2024. Miða verður eftir at hava setanarsamrøður síðst í viku 8.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Skrivstovufólk til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum