Tíðindi

12.02.2024
Byggisamtyktarbroyting millum økispart A18 og B9

Kunngerð: Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 27.10.2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at víðka A18 (blandað íbúðar- og vinnuendamál). Harvið verður matr.nr. 1009b og partar av matr.nr. 1009a og t, Klaksvík, partar av A18 og ikki longur partar av B9. Broytingin hevur við sær, at B9 (vinnuøki) minkar við uml. 650 m2.

Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 1009a, 1009b og t.
Frá vinstru: galdandi byggisamtykt og broytingaruppskot. Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 12.02.2024 – 04.03.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.

Les meira her: Byggisamtyktarbroyting millum økispart A18 og B9

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 23/01194.

Onnur tíðindi
10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum

10.10.2024

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

10.10.2024

Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober

09.10.2024

Eyka býráðsfundur 10. oktober 2024 (útsettur)