Tíðindi
Vakrasti urtagarður varð seinast kosin í 2022. Seinni í ár skal heiðurin aftur latast einum vøkrum urtagarði.
Várið er komið og tí er skilagott at byrja at gera sær tankar um møguliga luttøku. Eins og í 2022, so er møguligt at tilnevna egnan urtagarð til kappingina, og/ella at melda ein tú kennir, til vakrasta urtagarð 2024.
Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:
Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.
Dómsnevndin kemur at hava 2-3 skoðanir í gjøgnum summarið, har man vitjar urtagarðarnar og í august 2024 verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð.
Dómsnevndin
Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini
Hans Hjalti Skaale, býargartnari
Uttanveltaður sakkønur persónur
Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo
Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður
Tey sum verða innstillað blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka.
Freistin at melda til er 3. juni 2024
![](/upload/cache/images/11601-11800/40d9e86babb0d844e8f94be9b4eca3ac44302761_w384_h200_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini
![](/upload/cache/images/13201-13400/e6d0161450aa9fb27c6b0c24d67e91691be9d79a_w384_h200_fC_ha50_va41_afp1.jpg)
Ferðslukunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru
![](/upload/cache/images/13201-13400/8885c9458f87723a9006c1219f2d61d9fd091e02_w384_h200_fC_ha49_va47_afp1.jpg)
Stongt vegna jarðarferð
![](/upload/cache/images/13201-13400/a076d10dbcc20eec3b89c342b6f45f20d7b711ad_w384_h200_fC_ha50_va50_afp1.jpg)