Tíðindi

04.04.2024
Leiðari til Blákolluna - farloyvisstarv

Klaksvíkar kommuna søkir eftir leiðara til Blákolluna 40 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 1.juli 2024 til 18. juli 2025.

Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur hjá Klaksvíkar kommunu, staðsettur á Kjalarvegi 30. Stovnurin búleikast í trimum hæddum og er skipaður við einari stovueind í hvørjari hædd. Pláss er fyri 48 børnum í aldrinum 0-6 ár, og í Blákolluni er "Betri vinir" ein partur av námsfrøðiliga arbeiðinum.
Blákollan er ein av átta dagstovnum í Klaksvíkar kommunu, og sum leiðari gerst tú sostatt partur av einum leiðslubólki við góðum møguleikum fyri fakligari sparring.

Sum leiðari í Blákolluni er týdningarmikið, at tú hevur hesar egin- og førleikar:
• Tú megnar námsfrøðiliga, starvsfólkaliga og umsitingarliga leiðslu
• Tú ert útbúgvin námsfrøðingur, og harafturat kunnu leiðsluroyndir vera ein fyrimunur
• Tú hevur telduførleika umframt hegni og skil fyri fíggjarstýring, so sum lønir o.a.
• Tú ert fakliga dagførd/ur og før/ur fyri at fremja námsfrøðiligar ætlanir í verki
• Tú hevur visiónir og leggur kósina fyri námsfrøðiliga arbeiðið í tøttum samstarvi við starvsfólk, børn, foreldur
• Tú ert kveikjandi, týðilig/ur og sjónlig/ur og dugir væl at taka grundaðar avgerðir
• Tú setir trivnaðin hjá børnum og vaksnum á stovninum í hásæti hvønn dag

Sum leiðari í Blákolluni fært tú:
• Ein dugnaligan starvsfólkahóp, sum brennur fyri sínum arbeiði
• Møguleikan fyri at mynda og byggja víðari á verandi námsfrøðiliga arbeiði
• Tætt samstarv við kommunalu umsitingina á fleiri ymiskum økjum
• Góðar starvsfelagar í leiðarabólkinum, sum tú kanst sparra við

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv sum leiðari í Blákolluni í farloyvistíðarseiðnum millum 1.juli 2024 til 18. juli 2025.
Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya pedagogfelag. Starvið er flokkað frá lønarstigi 25 til 29, og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg og vilt tú vita meira um starvið?, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Juel Arge, leiðara fyri dagstovnaøkið, á tlf. 410093. 

Skrivlig umsókn, saman við prógvi, viðmælum og møguliga øðrum viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 10. apríl 2024.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Leiðari til Blákolluna

Onnur tíðindi
28.05.2024

Fleiri størv leys innan dagstovnaøkið

28.05.2024

Varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík

28.05.2024

Atlantic Fair latið dyrnar upp

28.05.2024

Endur­nýtslan stongd