Tíðindi

11.07.2024
Fakligur samskipari til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Eitt starv sum fakligur samskipari hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum frá 1. september 2024 er leyst at søkja. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. Talan er um nýtt starv í sambandi við umskipan av umsitingini hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum.

Starvið: 
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Høvuðsuppgávurnar verða at stuðla, ráðgeva og á ymsan hátt hjálpa sosialráðgevunum við málsviðgerðini, at vera við til at einshátta málsviðgerðina og vera við til at framleiða tilfar og mannagongdir. Eisini fer fakligi samskiparin at hava ábyrgdina av ávísum økjum, so sum SSP og at tryggja, at neyðugar mannagongdir verða gjørdar og dagførdar, og at nýggj faklig vitan verður sett í verk


Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um:
• fakliga sparring
• at virka fyri dygd í fyriskipanum 
• visitatión og SSP
• at tryggja einstáttaða málsviðgerð
• leggja dent á skynsama nýtslu av fíggjarliga tilfeinginum
• at luttaka á tvørfakligum fundum
• at vera partur av vakttelefonini
• at luttaka á ymiskum fundum saman við sosialráðgevunum 


Vit leita eftir starvsfelaga, sum:
• er útbúgvin sosialráðgevi 
• hevur drúgvar royndir sum sosialráðgevi innan barnavernd 
• hevur góðan kunnleika til økið barnavernd
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini 
• megnar at seta seg inn í støður og hjálpa út frá hesum 
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg 
• er fleksibul


Vit bjóða tær: 
• eitt gott arbeiðspláss og spennandi starv við nógvum avbjóðingum 
• góðar starvsfelagar 
• supervisión 


Setanarviðurskifti:
Talan er um starv á 35 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið, lønarflokk 7/BA.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri barnaverndartænastuna á tel. 287621, ella teldupost tonja@klaksvik.fo.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 24. juli 2024. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 30.


Tú søkir starvið við at trýsta her: Fakligur samskipari til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Onnur tíðindi
17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður

15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur