Tíðindi

04.08.2024
Ferðslan á summarfestivalinum 2024

Summarfestivalurin stendur aftur fyri durum, og Klaksvikin ger til reiðar til ein fantastiskan festival. Eins og onnur ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 5. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki. 

Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni, og ynskir somuleiðis øllum ein góðan Summarfestival.

Ferðslukortið sæst her: Ferðslan á Summarfestivalinum 2024

Onnur tíðindi
23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini

21.10.2026

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR

20.10.2026

Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu

20.10.2026

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali