Tíðindi

10.01.2018
Rudda Úti í Grøv

Viðarlundin Úti í Grøv hevur fingið eina hjálpandi hond.

Trø í viðarlundini úti í Grøv, sum eru koppaði í vindinum, eru nú tikin burtur. Eisini er tynt millum trøini, serliga á sunnaru síðu, har nakað tætt varð blivið millum trøini. 

Veitirnar í viðarlundini eru eisini umvældar, umframt nakrar tvørveitunum eftir gøtini heim eftir bakkanum.

Viðarlundin og økið sum heild er væl vitjað alt árið, og á skeltunum við portrini kunnu vitjandi kunna seg um eitt nú plantu- og djóralívið úti í Grøv.

Onnur tíðindi
06.11.2026

Biskupsstøðgøta verður breiðkað

05.11.2026

Skrúvað fyri vatninum á eystur­síðuni

05.11.2026

STÁSTÍÐ í Klaksvík

05.11.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu