Tíðindi

29.01.2025
21 nýggj parkeringspláss við Stangavegin

Á sumri í 2023 fór arbeiðið at gera veg til raðhúsini og onnur hús omanfyri Stangavegin ígongd. Í alt vera 21 nýggj almenn parkeringspláss í økinum, umframt at tað eisini verður møguligt at løða el-bilar.

Endamálið við arbeiðinum er m.a., at atkomur skulu gerast til gomul sethús, og verður hetta gjørt so lagaliga sum til ber, umframt at fleiri parkeringspláss fáast fram við Stangavegnum.

Arbeiðið hevur gingið væl, men onkrar avbjóðingar hava verið. Eitt nú mátti brekkast meir enn væntað, og kemst hetta serliga av umleggingini av eini á, sum rennur næst sethúsunum. Arbeiðið, at umleggja kloakkina, er nú liðugt, og er ágrevstur og annað jørðarbeiði um at verða liðugt.

Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 8,3. mió. kr., og verður arbeiðið eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið august/septembur í 2025.

Onnur tíðindi
09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi

04.07.2025

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn