Tíðindi

10.11.2025
Hendingaríkt vikuskiftið

Vikuskiftið er farið afturum, og eftir stendur ein staðfesting av, at Klaksvík er ein virkin býur. Bæði tá ið tað kemur til vinnu, mentan og ítrótt.

Borgarstjórin, Karl Johansen, setti stóra svimjikapping fríggjakvøldið, har fleiri enn 50 svimjarar vóru tilmeldaðir árligu Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil.

Úrslitini hjá íðkarunum í Ægir vóru ómetaliga flott, og fyriskipanin av hesi stóru kapping eydnaðist sera væl.

Fleiri enn 100 limir hjá Klaksvíkar fimleikafelag luttóku um vikuskiftið í fimleikafagnaðinum, sum er annað hvørt ár. Framførslan hjá Klaksvíkar fimleikafelag var ómetaliga flott. Tað hevur kravt nógva orku av felagnum at geva sínum íðkarum hesa upplivingina, men sanniliga má metast, at hetta var tað vert. Úrslitið var sera flott.

Av øðrum kann nevnast, at talvkapping hevur verið um vikuskiftið í Klaksvík, og at Føroyameistarin í Dart hjá kvinnum er úr Klaksvíkar Dartfelag. Hetta varð eisini staðfest í vikuskiftinum.

Seinnapartin leygardagin var heiðran av ársins spælara og ein rúgva av øðrum heiðurslønum. Flestu heiðrarnir, bæði hjá monnum og hjá kvinnum fóru til KÍ. Hetta varð, saman við øðrum sigrum, heiðrað til ársveitsluna hjá KÍ, har leikarar hjá bæði monnum og kvinnum vórðu heiðraði fyri FM og mennirnir fyri greipuna, sum aftur í ár endnaði í Klaksvík aftaná alt ov nógv ár í útlegg.

Á mentanarpallinum, var ikki longur "Friður á pallinum". Flotti leikurin, til heiðurs fyri Adelborg Linklett, varð ruddaður burtur, men ístaðin var ein onnur ikonisk pallmynd sett, tá ið HJARNAR aftur tóku pallin.

Teir fingu í vikuskiftinum «Listavirðisløn Nólsoyar Páls» handaða. Ein heiður, sum Klaksvíkar býráð hevur latið síðan 2013. Hetta er ein heiðursgáva og ein viðurkenning, sum verður latin framúr mentafólki, sum skapa list á ymiskum økjum innan mentan.

Alt hetta hendi í vikuskiftinum, meðan handilslívið eisini spílaði seg út við góðum tilboðum, tónleiki og blíðskapi, tá ið nýggja handilsátakið «Stástíð» setti sín dám á handilslívið leygardagin.

Klaksvíkar kommuna gleðist stórliga um, at borgarar í býnum hava hegni, dirvi og orku til at geva gestum og borgarum so fjølbroyttar upplivingar.

Onnur tíðindi
09.11.2025

Hjarnar heiðraðir við Mentan­arheiðursløn Nólsoyar Páls

07.11.2025

Rundkoyringin í miðbýnum verður asfalterað

06.11.2025

Vatnveitingin á Torvgøtu, Bumshamarsvegi og Stoksoyravegi óstøðug