Tíðindi
Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar – frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur.
Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á matstovum, á gøtuhornum og í hølum kring Klaksvík.
Vikan endar við risa heiðurskonsert í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan.
Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á ólavsøku er sjón fyri søgn, tá løg hjá Nicolinu javnan verða sungin av túsundtals fólki á Vaglinum til miðnáttarsangin.
Tey av Kamarinum vóru eisini røsk at taka útlendskan tónleik til sín og týða hann til føroyskt.
Bólkurin varð stovnaður í 1955 og gjørdist skjótt ómetaliga vælumtóktur. Tey spældu konsertir og til veitslur og dans, og lótu frá sær plátur og løg – tónleik, sum enn í dag er at hoyra og verður framførdur. Sama hvar tey spældu, vóru hølini á tremur við spentum áhoyrarum.
Heiðurskonsertin leygarkvøldið 11. apríl verður ein stásilig og virðilig heilsan og heiðran av tónlistarliga arvi teirra. Fleiri av føroya fremstu tónleikarum fara at framføra og tulka løg teirra.
Hvørjir hesir tónleikarar eru, verður kunngjørt í næstum, men vit kunnu lova, at talan er um tónlistafólk av ovastu hill.
Harafturat verður eitt satt stjørnuhúsorkestur á pallinum, sum fer at spæla undir hjá teimum frálíku artistunum.
Málið er, at vit øll fara trallandi úr Varpinum, meðan vit aftur murra løg sum “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur”, “Mín fyrsta flamma” og mong, mong onnur.
Eisini verður frásøgufólk á konsertini, sum fer at siga frá søgum um bólkin og ættina, og greiða frá, hvussu tað var at vera – kanska – fyrstu poppstjørnurnar í Føroyum. Kom við á tónleikaferð, sum lyftir tónleikaarv teirra av Kamarinum inn í nútíðina.
Atgongumerki kunnu keypast her: Heiðurskonsert
Býráðsskráin 18. desember
Sølulistin dagførdur 5. januar 2026