Tíðindi

27.12.2025
Boða frá nýggjársbáli

Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan? So skalt tú minnast til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast.

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústaði. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.


Boða frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2025


Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:

  • Reinur og turrur óviðgjørdur viður
  • Ólitað pappír og papp
  • Jóla­trø og annað grann

Hetta er ikki loyvt at brenna:

  • Plast og gummi (t.d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
  • Viðgjørdur og málaður viður
  • Sagu­spønir og spønplátur
  • Húsarhaldsburturkast
  • Vandamikið burturkast (t.d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o.a.)
  • Klæðir, leður og annað
  • Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)
Onnur tíðindi
19.12.2025

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

19.12.2025

Klaksvíkar kommuna á Jobmatch 2025

18.12.2025

Býráðsskrivstovan um jólini