Tíðindi
30.06.2026
Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu
Í ár verður aftur møguleiki hjá ungum at søkja starv í Ung í Arbeiði. Skipanin er fyri ung, sum ynskja eitt summarstarv, og sum eru í aldrinum 15-16 ár.
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at fríðka kommunal økir, so sum kirkjugarðar, grøn økir, havna- og kaj økið v.m. Vit leita eftir frískum ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá 6. til 24. juli
Hevur hetta tín áhuga?
Um hetta hevur tín áhugað, so er at skunda sær at senda eina umsókn. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. juli kl. 12.00.
Melda til her: Ung í arbeiði 2026
Onnur tíðindi
26.06.2026
Farloyvisstarv sum sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
26.06.2026
Ferðavinnuætlanin fyri Klaksvíkar kommunu til almenna hoyring
25.06.2026