Tíðindi
Aftur í ár fer Klaksvíkar kommuna í hernað ímóti skøruni. Tí er tørvur á øllum góðum kreftum í arbeiðnum at burturbeina hana. Kommunan heitir á borgarar um at hjálpa til við átakinum við at beina burtur skøruna á egnum øki. Tað er Vakurt, sum hevur ábyrgdina av arbeiðinum fyri Klaksvíkar kommunu.
Hvussu skalt tú gera?
Skøran skal takast upp við rót. Um hetta ikki ber til, skal hon skerast niðri við rótina, leggjast í posa og burturbeinast. Av tí at skøra er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt og lætt, kann eisini vera neyðugt at fara út um egið stykki og royna at fáa alla skøruna tikna.
Við at taka blomstrini og beina tey burtur, verða eingi frø, sum kunnu nørast. Um vit áhaldandi taka plantuna, fær rótin ikki føði og doyr. Burturkastið skal latast til Endurnýtsluna hjá kommununi, har ein bingja er sett til endamálið.
Heitt verður á borgarar um at syrgja fyri, at so lítið mold sum gjørligt fylgir við plantuni, tá hon verður burturbeind.
Veðrið er til vildar hesar dagarnar, og tí er umráðandi at raðfesta arbeiðið nú.
Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu
Farloyvisstarv sum sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum