Tíðindi
Farnu vikurnar er gongd komin á aftur arbeiðið at fríðka um og gera øki liðug í miðbýnum. Arbeiðið er ein partur av samlaðu miðbýarætlanini hjá kommununi.
Millum annað stendur ein gravimaskina hjá Kanjon miðskeiðis í Ósánni. Orsøkin er, at Klaksvíkar kommuna er farin undir at gera økið kring Rótina liðugt og samstundis fríðka um áarbakkan í Ósánni.
Arbeiðið fevnir millum annað um at laga grótgarðar fram við ánni, leggja mold og gróðurseta áarbakkan báðumegin ánna. Eisini er ætlanin at gera gongubrúgv tvørtur um Ósánna niðast móti sjónum, umframt at gera parkeringsbásarnar og asfaltera.
Nú fleiri bygningar í miðbýnum eru um at vera lidnir, er tíðin komin til at fríðka um fríøkini, so tey verða knýtt saman á ein skipaðan og innbjóðandi hátt.
Á seinasta býráðsfundi varð eisini samtykt at játta eina eykajáttan á 4 milliónir krónur – hvarav 3 mió. ikki vórðu brúktar í fjør. Hetta er afturat teimum 15,8 mió. kr., sum býráðið longu hevur sett av til arbeiðið á fíggjarætlanini fyri 2026.
Anfinn í Toft, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sigur, at hann fegnast um, at fleiri øki í miðbýnum nú verða fríðkað og betur skipað.
Anfinni leggur dent á, at býráðið hevur frá byrjan í hesum valskeiðinum havt sum mál at lyfta miðbýin á eitt enn hægri stig.
– Ein týðandi partur av hesum er at gera tað hugnaligt at vera í og kring miðbýin og at spáka gjøgnum býin, frá Nólsoyar Pálsgøtu yvir til Klaksvíksvegin umvegis Biskupstorg.
– Tað er eingin loyna, at arbeiðið kann kennast órógvandi, meðan tað er í gongd. Men eg eri sannførdur um, at tá ið verkætlanin er liðug, verður miðbýurin bæði vakrari, meira innbjóðandi og betri skipaður fyri bæði íbúgvar og vitjandi, sigur Anfinn í Toft
Nýggjur brandbilur til Sløkkiliðið í Norðoyggjum
Móttøka fyri Juliani Gregersen eftir DM-gull
