Tíðindi
Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.
Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, atstøðingi ella hjálparfólki til barnagarðsstovu í eitt starv á 20 tímar um vikuna, at byrja í august 2026. Møguleiki er at arbeiða eyka tímar, um ynski er um tað.
Harumframt søkja vit eftir einum námsfrøðingi, atstøðingi ella hjálparfólki til eitt barsilsavloysarastarv í vøggustovu á 28 tímar um vikuna, at byrja 21. september 2026.
Vit kunnu bjóða:
Ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
Ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
Ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
Tveir ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
Tíð til fyrireiking.
Vit vænta, at tú:
Hevur ein savnandi hugburð
Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
Leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
Sær møguleikar í øllum børnum
Vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
Hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
Ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
Sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
Ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 19. august 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Baldursbrá
Baldursbrá kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021.
Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Í løtuni eru fýra barnagarðsstovur í aldrinum 3-6 ár stovunar og tvær vøggustova 0-3 ár
Málsviðgeri innan umhvørvi - endurlýsing
Ferðslukunning í samband við Conference League