Tíðindi

06.10.2026
Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir við hesum sálarfrøðingi til fast starv at byrja 1. desembur 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um fulltíðarstarv.

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barnaverndartænastuni heldur til í Klaksvík og her starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.

Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki, har arbeiðsuppgávurnar millum annað eru:

  • Samrøður við børn, ung og foreldur
  • Viðgerð av børnum, ungum og familjum
  • Kanningar av børnum og ungum
  • Samspælskanningar
  • Supervisión og faklig sparring
  • Luttaka á netfundum
     

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • er útbúgvin sálarfrøðingur við yrkisútbúgving (løggilding). Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.
    er álítandi, ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
  • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
  • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • hevur gott yvirlit og dugir at samskipa og leggja til rættis
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • er fleksibul
  • tolir at arbeiða undir trýsti
     

Vit bjóða tær:

  • eitt gott arbeiðspláss, góðan starvsfólkahóp og spennandi starv
  • møguleikar fyri fakligari menning.
  • góðar starvsfelagar
  • eitt arbeiðspláss ið ráðfestir sosial tiltøk og trivnað
  • tú verður partur av einum fakligum samstarvi við sálarfrøðingar á barnaverndartænastunum kring landið og Barnaverndarstovu Føroya.
  • møguleiki er fyri supervisión og førleikamenning eftir umstøðum og tørvi.
     

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Akademikarafelagið. Lønartalvan sæst á www.fmr.fo. 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing, reinari revsiváttan og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi seinast 28. oktobur 2026.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilir Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Onnur tíðindi
06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni

06.10.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

01.10.2026

Virkið Heyst skráin sæst her

30.09.2026

Køksfólk til umsiting­ina