Tíðindi

20.05.2020
Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðiligum ráðgeva

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu søkir eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving, sum kann veita ráðgeving til stovnar, starvsfólk og foreldur. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. september 2020 til og við 30. juni 2021.

Endamálið hjá Námsfrøðiligu Ráðgevingini er millum annað:

  • at ráðgeva stovnum, starvsfólkum og foreldrum
  • at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnum
  • at gera menningarætlanir
  • at veita starvsfólkum námsfrøðiliga ráðgeving

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum
  • Eitt fakligt mennandi starv

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv á 30 tímar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jórun Niclasen á Námsfrøðiligu ráðgevingini á tlf. 410090 ella 236790

 

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og lívslongdarlýsing (cv) v.m. skulu vera Námsfrøðiligu Ráðgevingini í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. Juni. Umsóknin skal sendast til klaksvik@klaksvik.fo ella til: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postboks 2, 710 Klaksvík.

Onnur tíðindi
30.01.2026

Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!

30.01.2026

- Eg visti ikki av, at mín søga kundi verða so viðkomandi fyri onnur

28.01.2026

Býráðsskráin 29. januar

21.01.2026

Heygavegur stongdur