Tíðindi
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 27.10.2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at flyta marki á B18 (vinnuøki) 35 m út á sjógv, hetta verður gjørt í samband víðkan av verandi útfylling. Talan er um eina øking av B18 á uml. 5600 m2
Broytingin umfatar nevndu matr.: 66, Ánirnar.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 12.02.2024 – 04.03.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
Les meira her: Byggisamtyktarbroyting fyri økispart B18, á Strond
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 22/01373.
![](/upload/cache/images/13601-13800/d7e9364d224b64c0d26041a8058d9b7fab23bee2_w384_h200_fC_ha47_va56_afp1.png)
Royn parasport í Klaksvík
![](/upload/cache/images/13601-13800/bd6338aa7fc3a788a206cd902d50c16a4546068f_w384_h200_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Starvsfólk til frítíðarskúlan Snjallabjalla
![](/upload/cache/images/13601-13800/58f076b7d3a069bbdbb0adff0f48164cdf546dd3_w384_h200_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Torradagar 2025
![](/upload/cache/images/13601-13800/181290524043496b925e5bf027b3ec40487c7507_w384_h200_fC_ha53_va32_afp1.jpg)