Tíðindi

14.05.2025
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu - Dagført

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta lendi til íbúðarverkætlan niðan Horn til sølu

Í lýsingini av søluni stendur, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini. Búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir.

Økið er uml. 630 m2 til støddar, og kostnaðurin fyri økið, sum er til sølu, er kr. 1.150 kr/m2, t.v.s. kr. 724.500,-. 

Nærri kunning um søluna, og krøv til íbúðarverkætlanina, fáast her: 

Rætting til útbjóðingarskrivi ísb. við lendi til íbúðarbygging.

4.1 Tíðarætlan

28. apríl 2025 – Sølulýsing samtykt av Klaksvíkar býráð

5. mai 2025 – Sølulýsing á heimasíðu kommununnar og í fjølmiðlunum

13. mai 2025 – Seinasta freist at seta spurningar til verkætlanina

16. mai 2025  *15. mai 2025 – Kommunan svarar settum spurningum

2. juni 2025 – Freist at lata tilboð inn

26. juni 2025 – Avgerð um innkomin tilboð tikin á býráðsfundi

*Svarfreistin er broytt vegna halgidag. Rev.14.05.25

 

Útbjóðingarskriv 05.05.25. Dagført 14.05.25

Fylgiskjal 1. Matrikkul NH48.pdf

Fylgiskjal 2. A2.pdf

 

Onnur tíðindi
13.03.2026

Send okkum títt hugskot!

12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum

12.03.2026

Løgtingsval 2026